Lýsing
Vit sóknast eftir einum dugnaligum farmaseuti at arbeiða við kliniskari farmasi
Klinisk farmasi er í støðugari menning, og vit hava tí tørv á nýggjum kreftum til at lyfta kliniskar farmaseutiskar uppgávur í Apoteksverkinum. Apoteksverkið sóknast tí eftir einum farmaseuti at arbeiða ½ tíð í kliniska stápinum.
Talan er um tíðaravmarka starv í 1 ár til eina verkætlan um heilivág og eldri fólk, har farmaseutur skal útinna heilivágsgjøgnumgongd hjá borgarum yvir 90 ár í Føroyum. Starvið er liður í samstarvi millum Apoteksverkið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har farmaseuturin kemur at samstarva við aðrar fakbólkar um heilivágin hjá eldri borgarum. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er ánari av verkætlanini.
Uppgávurnar eru:
- Heilivágsgjøgnumgongd hjá borgarum bæði heimabúgvandi og á røktarheimum
- Samskiftið við heilsustarvsfólk um borgarar
- Skjalfestan av betrandi atgerðum til heilsustarvsfólk
- Innsavnan av dátu um heilivág, betrandi atgerðir o.a.
Krøv til umsøkjarin :
- Hevur stóran áhuga og royndir innan kliniska farmasi
- Hevur innlit í skynsama farmakoterapi
- Hevur royndir við heilivágsgjøgnumgongd
- Kunda og tænastusinnað/ur og hevur evni til at skapa góð sambond uppá tvørs av siðbundnum og fakligum mørkum
- Hevur royndir í samstarvi við onnur heilsustarvsfólk
- Hevur royndir við granskingarverkætlanum innan kliniska farmasi
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Er framlig/ur og opin
- Er undangongufólk og trívist við at hava fáa nýggjar og fjølbroyttar avbjóðingar
- Tolir broytingar í innihaldi og vavi av arbeiðsuppgávunum
- Góð samskiftisevni í skrift og talu
- Hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild
- Hevur staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond
Vit bjóða:
Eitt spennandi og fakligt avbjóðandi starv, sum er liður í granskingarverkætlan um heilivág og eldri.
Starvið er 20 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað til 1 ár. Starvsbyrjan er væntandi 1. september 2021.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, c.v og øðrum viðkomandi skjølum skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 1.
august 2021. Umsóknin skal sendast við at trýsta HER
Um tú hevur spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen, farmaseut á tlf. 213097. Tú kann
eisini senda t-post til: niels.joensen(at)apotek.fo
Les meira um Apoteksverkið á apotek.fo