Lýsing
Skriva út
Vit sóknast eftir timburlærlingi
Kundi tú hugsað tær eina yrkisútbúgving innan handverk?
Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur fleiri enn 20 ára royndir inn økið. Sp/f Tatanka er ein handverkarafyritøka í breiðastu merking, vit gera alt frá nýbygging, umvæling, og skipa vit fyri fleiri tiltøkum gjøgnum árið, so sum stevnur, festivalar og tílíkt.
Vit vóna, at tú ert:
• Ágrýtin og hevur hug at taka eitt eyka tak, tá nógv er at gera
• Álítandi, nærløgd/-lagdur og íðin at læra
• Fyrikomandi og hevur lætt við at læra
• Hevur tú royndir innan handaligt arbeiði ella hevur SIT1, er tað ein fyrimunur
Vit bjóða tær:
• Eitt fjølbroytt arbeiðspláss
• Góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning
• Gott og mennandi umhvørvi
• Løn sambært Handverkarafelagnum
Umsókn skal sendast á teldupost: tatanka@tatanka.fo. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja 214500