Bakkafrost
Útgivið
8. februar 2024
Útgongur
17. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri fiskarøkt og djóravælferð? So er ein yrkisleið innan aling kanska nakað fyri teg. Í lærutíðini fert tú at fáa verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan aling.

At arbeiða sum alari er eitt spennandi starv. Á smoltstøðunum røkta smoltalarar fiskin frá rogn og yngul til smolt. Tá fiskurin er klárur at seta á sjógv, taka sjógvalarar yvir og røkta fiskin, meðan hann veksur seg stóran og verður klárur til tøku.

Skúli
Tá tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú ástøðiliga undirvísing í m.a. lívfrøði, føðslu, fóðring, djóravælferð, fiskaheilsu, smittufyribyrgingr, fiskasjúkum, trygd, umhvørvi og mongum øðrum evnum.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her

Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúla og lærupláss er 2½ ár á læruplássi og 1½ ár á skúla. Í lærutíðini kemur tú at hoyra til eitt aliøki, har tú fert at vera tað mesta av tíðini, men tú fert eisini at flyta ímillum økir, so tú prøvar at arbeiða í smoltaling og sjógvaling.

Upptøkukrøv
Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

Løn
Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 17. mars 2024.

Skúlaskeiðið byrjar í august, men lærlingurin kann byrja í læru í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 1. august 2023.

Staðseting
Vit hava lærupláss á aliøkjum kring landið og miða eftir at finna lærupláss nærhendis bústaði hjá umsøkjara, í tann mun tað letur seg gera.

Meir av vita
Um tú vilt hava meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Honnu Nónstein, HR Ráðgeva á tel. 40 51 16 ella skriva til hano@bakkafrost.com

Um Bakkafrost
Á Bakkafrost hava vit 7 lærlingar, sum læra til alara. Vit hava 17 aliøkir, sum eru í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Vit hava 5 smoltstøðir, sum eru á Viðareiði, Norðtoftum, Strond, Glyvradali og við Gjógv. Somuleiðis hava vit lívfiskavirksemi við Áir, í Skopun og á Húsum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið