Lýsing
Hevur tú áhuga fyri fiskarøkt og djóravælferð? So er ein yrkisleið innan aling kanska nakað fyri teg. Í lærutíðini fert tú at fáa verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan aling.
At arbeiða sum alari, er eitt spennandi starv. Á smoltstøðunum røkta smoltalarar fiskin frá rogn og yngul til smolt. Tá fiskurin er klárur at seta á sjógv, taka sjógvalarar yvir og røkta fiskin, meðan hann veksur seg stóran og verður klárur til tøku.
Skúli
Tá tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú ástøðiliga undirvísing í m.a. lívfrøði, føðslu, fóðring, djóravælferð, fiskaheilsu, smittufyribyrging, fiskasjúkum, trygd, umhvørvi og mongum øðrum.
Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her
Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúlan og læruplássið er 2½ ár á læruplássinum og 1½ ár í skúlanum. Í lærutíðini kemur tú at hoyra til eitt aliøki, har tú fert at vera tað mesta av tíðini, men tú fert eisini at flyta ímillum økir, so tú prøvar at arbeiða í smoltaling og sjógvaling.
Upptøkukrøv
Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.
Løn
Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 13. apríl 2025.
Skúlaskeiðið byrjar í august, men lærlingurin kann byrja í læru í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 1. august 2025.
Staðseting
Vit hava lærupláss á aliøkjum í Eysturoy og Norðoyggjum og miða eftir, at finna lærupláss nærhendis bústaðnum hjá umsøkjaranum, í tann mun tað letur seg gera.
Meir at vita
Um tú vilt hava meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Unu Dalsgaard, HR umsitara á tel. 23 58 45 ella skriva til unda@bakkafrost.com
Um Bakkafrost
Á Bakkafrost hava vit 13 lærlingar, sum læra til alara. Vit hava 17 aliøkir, sum eru í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Vit hava 5 smoltstøðir, sum eru á Viðareiði, Norðtoftum, Strond, Glyvradali og við Gjógv. Somuleiðis hava vit lívfiskavirksemi við Áir, í Skopun og á Húsum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.