Skúlin í Eysturkommunu
Útgivið
27. november 2025
Útgongur
8. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum lærara í eitt tíðaravmarkað starv vegna barsil at byrja 05.01.26 fram til 19.06.26

Søkt verður eftir lærara, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • dugir at samstarva og ert fyrikomandi
  • er fús/fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

Vit vænta, at tú

  • ert stundislig/ur og nærlagd/ur
  • ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
  • vilt vera við til at menna eftirmetingar
  • hevur góðan KT-førleika
  • kanst virka sum flokslærari
  • í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
  • kanst virka bæði í innskúling og miðdeild

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Førleikakrøv

  • Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
  • Royndir í føroyska fólkaskúlanum
  • Harumframt hava førleika at undirvísa í hesum lærugreinum: støddfrøði, føroyskt, kristini og enskum

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er tíðaravmarkað frá 05.01.26 -19.06.26. Setanarbrotið er áleið 1,0. Vit vænta, at tú kanst byrja tann 05.01.26 ella skjótast til ber.

Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 8. desember 2025 kl. 24.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 2. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 3. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 275 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.

Líknandi størv

27. november 2025
26. november 2025
Starv sum bókhaldari á Havstovuni   Faroe Islands nýtt
26. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið