Navigare Shipping Sp/f
Útgivið
7. maj 2025
Útgongur
26. maj 2025
Staður
Við Trøllaklett 21, FO-660 Søldarfjørður, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
pah@navigare.fo

Lýsing

SØK STARVIÐ

 

 

Hevur tú hug at sigla í einari 1-1 skipan við alskyns sløgum av farmi millum lond í Norðurevropa?

Vit bjóða tær:

  • Kappingarføra løn
  • Møguleikar at menna teg við viðkomandi skeiðum og líknandi
  • Vælskipaðar mannagongdir har tú kemur at sigla í einari 1 til 1 skipan
  • At gerast partur av einum reiðarríið í vøkstri
  • Eitt mennandi og fjølbroytt starv har tú kemur at sigla við øllum frá vindmyllum til soyabønir

Vit vænta, at tú:

  • Ert stinn/ur í enskum bæði á skrift og í talu
  • Hevur førleika innan viðkomandi telduskipanir
  • Hevur grundleggjandi kunnleika innan ISM

Allir umsøkjara mugu í minsta lagi hava hesi prógv:

  • Pass
  • Siglingarbók
  • Heilsuváttan
  • Vinnubræv STCW II/2,3 Chief Mate
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Trygdarskeið STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4
  • Bátaførara skeið STCW A-VI/2-1
  • ISPS skeið A-VI/6-1
  • SSO STCW STCW A-VI/6
  • Heilsuskeið – Sjúkraviðgeri STCW A-VI-4/1 4-2
  • GMDSS (GOC)

Norkst Farledsbevís er ein fyrimunur

Nærri upplýsing um starvið kann fáast við at venda sær til Paula Højgaard DPA á tlf. 523010 ella við at senda ein teldupost til: pah@navigare.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. mai 2025

 

Stutt um Navigare Shipping

Navigare Shipping, sum rekur 15 skip og hevur uml. 200 fólk í starvi, er í dag eitt av størstu shipping feløgum í Føroyum, og ein týðandi aktørur á altjóða marknaðinum innan sítt vinnuøki. Fyritøkan er í gongd við at byggja nýggj skip, sum er ein liður í eini støðugari menningarætlan.
Okkara skip føra farm av alskyns slagi millum lond í øllum Norðurevropa. Vit hava deildir í Føroyum, Noreg, Skotlandi, Íslandi og Póllandi og høvuðssætið er í Søldarfirði. Vit leggja dent á samstarv, trivnað og menning – bæði fyri starvsfólk og fyritøku.

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025
Grafiskur sniðgevi søkist   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið