Elektron
Útgivið
29. januar 2025
Útgongur
24. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit í Elektron menna og viðlíkahalda KT-skipanir til kundar sum TAKS, Gjaldstovuna, Peningastovnar, Løgtingið og fleiri onnur. Menningardeildin telur í dag 40 starvsfólk, og vit arbeiða í tøttum samstarvi fyri at loysa spennandi og krevjandi uppgávur.

Til Menningardeildina sóknast vit eftir:

  • verkætlanarleiðara
  • forritara

 

Verkætlanarleiðari:

Um teg:
Vit ímynda okkum, at tú hevur:

  • royndir við SCRUM-arbeiðsháttinum ELLA
  • útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi ELLA
  • royndir við verkætlanararbeiði innan menning av KT-skipanum.

Tú hevur fyrimun um:

  • tú hevur kunnleika til vitlíki
  • tú ert vanur ella von at nýta sakstýringaramboð, so sum Jira

Í starvinum fert tú at hava ábyrgd av at leiða verkætlanir, samskipa uppgávur millum deildina og kundar, og tryggja, at arbeiðsgongdirnar verða væl skjalfestar. Tú fert eisini at hava ein týðandi leiklut í at viðlíkahalda góð kundasamskifti.

Forritari

Um teg:
Vit ímynda okkum, at tú hevur:

  • útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi.

Tú hevur fyrimun um tú:

  • hevur kunnleika til vitlíki
  • hevur royndir við agilum amboðum
  • hevur royndir við kubernetes

Um tú hevur royndir við forritanarmálum so sum .Net, C#, Angular, Java ella við dátabasum (MS SQL ella Oracle), er tað somuleiðis ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.

Vit bjóða tær:
Vit bjóða tær eitt starv í einum framkomnum og mennandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi verkætlanum og mennast bæði fakliga og persónliga. Tú verður partur av einum virkisfúsum og dugnaligum starvsbólki, har samstarv og faklig menning eru í hásæti.

Umsóknarfreist: 24. februar 2025.
Umsóknir skulu sendast til HR@elektron.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Weihe, deildarleiðara, á hansp@elektron.fo ella telefon 295107.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Um Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað út frá útbúgving og royndum.
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Í Elektron starvast uml. 70 fólk, og árliga sølan er uml. 110 mió.kr.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið