Radiobúðin Sp/f
Útgivið
16. juli 2025
Útgongur
1. august 2025
Staður
Heiðavegur 50–52, Postboks 65, FO-610 Runavík, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv
T-post
radiobud@radiobud.fo

Lýsing

Ert tú klár/ur at taka eitt fet inn í eina spennandi vinnu, har tú lærir at seta nýggja tøkni upp og arbeiða við skipsútgerð? So er hetta møguleikin fyri tær!

Í Radiobúðini eru vit 13 starvsfólk, sum er serkøn innan sølu, uppsetan og tænastu av elektroniskari skipsútgerð. Vit veita eina breiða tænastu til føroyska skipaflotan og til landsbaseraðar kundar, har dygd og trygd eru í hásæti. Vit eru altíð jalig eftir dugnaligum og ágrýtnum lærlingum, sum hava hug at menna seg innan hetta áhugaverda øki.

Arbeiðsuppgávur:
Sum lærlingur hjá okkum kemur tú at læra at seta upp og installera eitt breitt úrval av skipsútgerð, herundir:

  • Radarar
  • Ekkolodd
  • TimeZero navigatiónsskipanir
  • Satelitt kumpassir
  • Trygdarútgerð
  • Og annað nýmótans elektroniskt útgerð til skip.

Tú kemur eisini at læra at umvæla útgerð, um tørvur er á tí. Tú kemur at arbeiða tætt saman við okkara royndu montørum og fáa praktiska roynd innan installatión, feilfinning, umvæling og viðlíkahald av hesi tøkni.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri tøkni og elektronikki.
  • Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
  • Ert røkin, sjálvstøðug/ur og tekur ábyrgd.
  • Hevur hug at læra nýtt og menna teg fakliga.
  • Hevur koyrikort

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt lærlingastarv í einum dynamiskum umhvørvi.
  • Møguleikan at arbeiða við nýmótans skipsútgerð og nýggjastu tøkni.
  • Samanhaldið og ein góðan arbeiðspláss mentan.
  • Lagaligar treytir og góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Møguleika fyri føstum starvi eftir lokna lærugongd.

Umsóknir og nærri kunning:
Um hetta ljóðar sum okkurt fyri teg, send okkum so eina umsókn saman við CV til radiobud@radiobud.fo ella ring á 218025 ella 228025 fyri nærri kunning.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!

Radiobúðin
Heiðavegur 50-52
600 Saltangará
radiobud.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið