URTAGARÐSTÆNASTAN
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
5. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum timburmanni/kvinnu, ella ein við royndum. Talan er um fulltíðarstarv sum timburmaður at gera smærri uppgávur, mest uttandurað.

Vit eru ein gartnara fyritøka, tí kemur arbeiðið at vera meira uttandurað, og í samráð við hvørjar av uppgávunum eru. So sum brúgvar, terassur, stoypa garð v.m.

Tað er neyðugt, at tú sum umsøkjari hevur royndir, tá ið væntast kann, at tú sum arbeiðsfólk kemur at arbeiða nógv fyri teg sjálvan.

Talan er um arbeiði í nakrar mánaðir, men møguleiki fyri einum føstum starvi.

Uppgávurnar eru ikki stórar byggingar, tí kemur viðkomandi at koma nógv runt til ymiskar uppgávur. Tí er neyðugt at umsøkjari kann standa fyri uppgávum, og við ábyrd.

Umsøkjarin má tola broytingar í arbeiðinum.

UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú, maður ella kvinna, ert fyrikomandi og álítandi, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni, og at tú hevur hug og evnir til at veita eitt gott arbeiði. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og hevur koyrikort.

Tað sum eyðkennir teg: sjálvstøðugur, vælgjørdur, raskur og álítandi.

VIT BJÓÐA TÆR
Eitt starv, har talan er um nógvar ymiskar uppgávur. Viðkomandi kemur at hava eitt sera sjálstøðugt starv.

Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt.

Løn sambært nærri avtalu.

FLEIRI UPPLÝSINGAR UM STARVIÐ
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Haraldur S. Hammer, á telefon 513031.

Umsóknin skal sendast á : Haraldur@blomuhusid.fo

UMSÓKNARFREIST
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, vit bíða fegin eftir tí rætta.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið