Ansni Trygdarfelag
Útgivið
6. marts 2025
Útgongur
21. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Callsentrið hevur ymsar uppgávur, har okkara dugnaligu starvsfólk m.a. virka sum móttøka og avgreiðsla fyri ymsar fyritøkur og stovnar og hava vit harafturat móttøku av alarmum hjá kundum okkara alt døgnið. Arbeiðstíðin er fyri tað mesta eftir arbeiðstíð og í vikuskiftum. Arbeiðstíðin liggur millum 8-12 tímar um vikuna.

Tínar uppgávur koma at fevna um:
Telefonmóttøku fyri Ansni og kundar okkara
Alarmavgreiðslu
Møguliga annað fyrifallandi arbeiði.

Vit vænta at tú hevur:
Áhuga, ert røkin og álítandi
Góð samstarvsevni
Tosar føroyskt, danskt og enskt.

Vit bjóða tær eitt spennandi og livandi umhvørvi og góðar starvsfelagar.

Starvsstaðurin er á Hoyvíksvegi 63, Tórshavn.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Hevur tú áhuga í starvinum, send okkum so nakrar linjur á barbara@ansni.fo. Umsóknarfreistin er 21. mars 2025.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Barbaru Danielsen á tel 231269.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið