Hotel Føroyar
Útgivið
23. januar 2025
Útgongur
23. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær eitt fjølbroytt summarstarv? Vit sóknast eftir summarfuglum og avloysarum!

Hotel Føroyar, eitt av Føroya vakrastu hotellum, leitar nú eftir summarfuglum og avloysarum, ið vilja vera partur av okkara toymi komandi summar. Hotel Føroyar, ið liggur við einastandandi útsýni yvir Tórshavn, bjóðar tær møguleikan at gerast partur av einum toymi, sum veitir gestum eina serliga uppliving. Tíðarskeiðið er frá fyrst í apríl til síðst í september – og møguliga longur, um ynskiligt er fyri báðar partar.

Arbeiðstíðir og vaktir

Sum summarfugl ella avloysari kunnu arbeiðstíðirnar verða fjølbroyttar. Tú kanst vænta:

  • Dagvaktir, kvøldvaktir og vikuskiftisvaktir.
  • Upp til 30 tímar um vikuna.

Tínar uppgávur

Á Hotel Føroyum verður tú ein týðandi partur av okkara gestauppliving, við uppgávum sum:

  • At taka ímóti gestum við einum smíli og syrgja fyri, at øll kenna seg vælkomin.
  • At vegleiða gestir um hotellið, okkara matstovur og Føroyar sum heild.
  • At svara fyrispurningum, bæði í telefon og á staðnum.
  • At tryggja, at gestir okkara fáa eina framúr góða tænastu.

Hvør ert tú?

Vit sóknast eftir starvsfólki, ið:

  • Altíð er smílandi og hevur eitt jaligt sinni og útvend.
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at umstilla seg, tá ið nógv er at gera.
  • Er tænastusinnað og dámar væl at samskifta við fólk úr øllum heraðshornum.
  • Er klárt at taka tað eyka fetið fyri at veita eina serliga góða uppliving.

Hvat bjóða vit?

Sum partur av Hotel Føroyum og Gist & Vist samtakinum fært tú møguleika at gerast partur av einum sosialum og samanhaldnandi toymi. Tú fært eitt starv, har ongin dagur er líka, og har tú fert at uppliva ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag.

Umsókn og kontakt

Hevur tú hug at gerast ein summarfugl á okkara hotell? Umsóknir kunnu sendast til HR@gistogvist.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við eina av okkara móttøkuleiðarum: Maud Simonsen á maud@hotelforoyar.fo ella til Tanja Sleire á tanja@hotelforoyar.fo.

Vit viðgera umsóknirnar leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin! Freistin at søkja er 23. Februar.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og vóna at bjóða tær vælkomnum sum summarfugl ella avloysara á Hotel Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið