Útgivið
12. august 2021
Útgongur
1. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Vit trola eftir nýggjum sølufólki

Vónin hevur tørv á einum nýggjum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til uppisjóvarvinnuna her heima so væl sum uttanlanda.

Førleikar
Vit ímynda okkum at tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvið sum sølufólk, ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið.  Starvið er fjølbroytt har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar í Føroyum og uttanlanda. Tú kemur í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði og verður arbeiðsstaðurin á høvuðssæti okkara í Fuglafirði.

Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn
Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. september og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samstakinum starvast umleið 450 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið