Vónin
Útgivið
2. juni 2025
Útgongur
20. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vónin hevur tørv á einum nýggjum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til uppisjóvarvinnuna her heima so væl sum uttanlanda.

Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvi sum sølufólk, ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt øki. Starvið er fjølbroytt, har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar í Føroyum og uttanlanda.

Tú kemur í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði og verður arbeiðsstaðurin á høvuðssæti okkara í Fuglafirði.

Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn
Vil tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. .

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samstakinum starvast umleið 450 fólk.

 

Líknandi størv

4. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið