Lýsing
Vegna vøkstur í okkara virksemi tørvar okkum eitt sølufólk til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv. Starvið fevnir um sølu av trolreiðskapi til botn- og rækjutrolararnar her heima so væl sum uttanlanda.
Førleikar
Vit ímynda okkum at tú hevur royndir frá trolara og dugir at síggja teg í einum starvið sum sølufólk, ella at tú hevur royndir sum sølufólk og hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Starvið er fjølbroytt har tú bæði kemur at arbeiða á kontórinum, men eisini er og vitjar kundar í Føroyum og uttanlanda. Tú kemur í stóran mun sjálv/ur at mynda títt arbeiði og verður arbeiðsstaðurin á deild okkara í Tórshavn.
Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn
Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392.
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samstakinum starvast umleið 450 fólk.