
Lýsing
Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum verkfrøðingur á eini fyritøku, ið er ein av heimsins fremstu innan sítt øki? Nú hevur tú møguleikan, tí vit søkja eftir einum verkfrøðingi til deild okkara við Norðskála.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við okkara sølutoymi og kundum í alivinnuni á altjóða marknaðinum.
Arbeiðsøkið:
- Arbeiða við analysuforritinum AquaSim frá Aquastructure: Aquaculture | AquaSim
- Arbeiða við standardum: NS-9415 2021, NYTEK , Scottish Technical Standard og Icelandic Regulation.
- Framleiðsla av analysufrágreiðingum.
- Framleiðsla av sølutilboðum.
- Samskifti við kundar.
- Møguleiki við uttanlanda túrum at gera staðsmetingar.
- Vørumenning.
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving sum maskinverkfrøðingur ella líknadi.
- Hevur gott eyga fyri smálutum og er greinandi.
- Ert væl skipað/ur og dugir at raðfesta.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og finna loysnir.
- Ert málsliga væl fyri í bæði skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum.
- Er vanur at arbeiða við ymiskum telduforritum.
- Fyrimunur er, um tú hevur royndir innan alivinnuna.
Vit bjóða:
- Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning.
- Eitt starv við stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru framskygni, menning, og effektivisering.
- Eitt starv í eini fyritøku, sum arbeiðir á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión er lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar.
- Vinarligt og virkið arbeiðsumhvørvi.
- Upplæring og luttøka á fleiri skeiðum og møguleika fyri uttanlanda ferðing.
- Arbeiðsstaður er á deild okkara við Norðskála
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita:
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen á tel 222026.
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. mars og skulu sendast til sp@vonin.com
Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Skotlandi, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Russlandi og Litava. Vónin hevur umleið 450 fólk í starvi. Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Deildin við Norðskála er uppdaterað nógv tey seinastu árni og verður ein av heimsins mest framkomnu tænastustøðum, tá tær seinastu útbyggingarnar eru lidnar. Á deildini starvast í løtuni 28 fólk.