Vónin P/f
Útgivið
14. januar 2022
Útgongur
20. januar 2022
Staður
Bakkavegur 66 FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Deild okkara við Norðskála søkir eftir røskum starvsfólkum at byrja skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í okkara nýggju og væl útgjørdu høll og fevnir arbeiðið um framleiðslu og viðlíkahald av alinótum og fortoyningum.

Fyrimunur er um tú hevur royndir frá líknandi arbeiði, men er tað ikki nakað krav. Upplæring verður givin.

Umsókn

Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen á telefon 22 20 26.

Skrivlig umsókn skulu sendast til sp@vonin.com

Um okkum

Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av aliútgerð og fiskireiðskapi við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 450 fólk í starvi.

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini við Norðskála starvast 25 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið