Vónin við Norðskála søkir teknikara

Vónin P/f
Útgivið
13. januar 2021
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Page Views
1346

Lýsing

Vegna vøkstur í okkara virksemi hava vit eitt sera spennandi starv leyst at søkja, sum teknikari á okkara alideild við Norðskála.

Arbeiðsuppgávur
Starvið er fyrst og fremst at veita tekniskan stuðul til sølutoymið, samstundis sum tú verður við í sølutilgongdini, har tú hevur samskifti við kundan.

Førleikar
Vit kundu hugsa okkum, at tú ert teknisk væl fyri og hevur gott eyga fyri smálutum og er greinandi. Ynskiligt hevði verið, um tú hevur royndir frá alivinnuni. Eisini ynskja vit, at tú hevur lætt at samskifta við fólk, og at tú ert álitisvekjandi. Vit vænta, at tú ert køn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu. Vit vænta eisini, at tú ert vanur at arbeiða við ymiskum telduforritum.

Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning, og sum arbeiðir á altjóða marknaðinum, har áhaldandi menning og innovation er lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Fyrstu tíðina skal tú ígjøgnum upplæring, har tú m.a. annað skal luttaka á skeiðum. Vit hava eitt vinarligt og virkið arbeiðsumhvørvi, og ferðing uttanlanda verður eisini ein partur av arbeiðinum.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen á tel 222026.

Umsókn
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar og skulu sendast til sp@vonin.com

 

Um okkum
Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 400 fólk í starvi.

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Deildin við Norðskála er undir útbygging og har starvast í løtuni 25 fólk.

Líknandi størv