Lýsing
Deild okkara við Norðskála søkir eftir trimum røskum starvsfólkum.
Tvey størv eru inniarbeiði og arbeitt verður í okkara nýggju og væl útgjørdu høll og fevnir arbeiðið um framleiðslu og viðlíkahald av alinótum og fortoyningum.
Tað triðja starvið er útiarbeiðið og fevnir um at viðgera alinótir við coating og impregnering. Vantast kann eisini at skula gera annað fyrifallandi arbeiði.
Umsókn
Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Eddie Ennigarð á telefon 21 20 26.
Skrivlig umsókn skulu sendast til eddie@vonin.com
Umsóknirnar verða viðgjørdar fyrst í juni.
Um okkum
Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av aliútgerð og fiskireiðskapi við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 450 fólk í starvi.
Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini við Norðskála starvast 25 fólk.