Útgivið
22. oktober 2021
Útgongur
9. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Vísindastarv í evnafrøði

Søkt verður eftir evnafrøðingi til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Á Náttúruvísindadeildini eru bachelorútbúgvingar í lívfrøði og verkfrøði og hjánám í støddfrøði. Deildin stuðlar eisini undirvísing í náttúruvísindum og tøkni á øðrum deildum á Fróðskaparsetrinum.

Starvið
Starvið fevnir um gransking og undirvísing. Undirvísing og fyrisitingarligar skyldur í sambandi við hana eru fyrst og fremst innan ólívrunna og lívrunna evnafrøði á bachelorútbúgvingum í lívfrøði og verkfrøði. Undirvísing kann eisini koma upp á tal í øðrum evnum, sum umsøkjarin hevur førleika í. Væntað verður, at umsøkjarin kann luttaka í menning av møguligum nýggjum skeiðum og/ella útbúgvingartilboðum.

Granskingin í starvinum verður í stóran mun tongd at serøki umsøkjarans. Tað er ynskiligt, at umsøkjarin kann vísa á møguleikar fyri samstarvi við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og uttanlands.

Starvssetanin verður sum adjunktur ella lektari sambært førleika og royndum umsøkjarans.

Førleikar
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi ph.d.-útbúgving. Tað er týdningarmikið, at umsøkjarar duga føroyskt og hava málførleika í einum skandinaviskum máli og í enskum máli.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum (ikki bert forsíður), CV, yvirlit yvir vísindaligar útgávur, lýsing av royndum og áhugamálum í gransking og undirvísing. Í mesta lagi 5 tær bestu útgávurnar kunnu leggjast við umsóknini.

Umsóknin skal skrivast á enskum og sendast talgild til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreistin er 8. november 2021. Miðað verður ímóti at seta starvið frá 1. februar 2022.  

Nærri upplýsingar
Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekan á Náttúruvísindadeildini. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru á www.setur.fo.  

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 60 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Fróðskaparsetrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið