Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir nýggjum deildarleiðara til umhvørvisøkið.
Deildarleiðarin á umhvørvisøkinum hevur evstu ábyrgd av at fremja umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu í verki, innan fíggjarligu karmarnar, sum kommunan setir av til umhvørvisøkið, og hevur eisini høvuðsábyrgdina av renovatiónsøkinum, harundir eisini Kommunalu brennistøðini.
Tú leiðir alt virkisøkið hjá Umhvørvisdeildini, umframt at tú varðar av Endurnýtsluni og Kommunalu brennistøðini, hvørs leiðari vísir til tín.
Tínar fyrstu uppgávur vera saman við tekniska stjóranum og leiðslutoyminum í teknisku fyristiting.
- At endurskoða renovatiónsøkið av nýggjum við atliti at komandi krøvum m.a. frá komandi landsætlan fyri burturkastøkið
- At tillaga og skipa bygnaðin á umhvørvisøkinum av nýggjum í samsvari við politiska ynskið at styrkja grøna profilin hjá kommununi