Lýsing
Vit søkja eftir yvirportøri til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsí til setan 1. januar 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv fulla tíð.
Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Sjúkraflutningstænastuni er at veita bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Uppgávan fevnir eisini um flutning av sjúkum og skaddum fólki og fólki, ið hava rørslutarn. Harumframt hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum.
Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni fevnir um Suðuroy. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 ambulansar og ein átaksbil, og er túratalið umleið 1100 sjúklingatúrar árliga.
Ábyrgd og uppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- bráðfeingistilbúgving sum umfatar viðgerð og flutning í sjúkrabili sbrt. kunngerð nr. 9 frá 19. februar 2010 um skipan av sjúkraflutningstænastuni.
- ábyrgd av tænastuni og at menna økið.
- ábyrgd av fakligu menningini av starvsfólkunum.
- ábyrgd av dagliga rakstrinum av deildini og at gera arbeiðsætlan
- at slóða fyri góðum samstarvi í Sjúkrahúsverkinum•
- at slóða fyri góðum samstarvi við liðlæknan.
- at vera partur av útbúgvingartoyminum innan Sjúkraflutningstænastuna
- at vera partur av vaktarskipanini og dagliga arbeiðinum í Sjúkraflutningstænastuni.
Yvirportørurin vísir til sjúkrahússtjóran á Suðuroyar Sjúkrahúsi eins og fakliga til liðlæknan í Sjúkrahúsverkinum.
Yvirportørurin er partur av leiðslubólkinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, umframt partur av einum toymi á trimum leiðarum, ið saman hava ábyrgd fyri sjúkraflutningstænastuni í Føroyum. Møguleiki er tí fyri sparring og vitanardeiling við tínar starvsfelagar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og í Sjúkrahúsverkinum.
Um teg
Vit vænta, at tú:
- ert útbúgvin ambulansuviðgeri og hevur royndir innan ambulansu- og/ella prehospitalt
arbeiði - hevur koyrikort til C ella D
- hevur góðan fysik og heilsu
- ert álítandi
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni á øllum
fyriskipanarstigum - sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
- hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og lýkur tey
krøv, ið verða sett í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti - hevur góðan telduførleika
- royndir og/ella útbúgving innan leiðslu kunnu vera ein fyrimunur
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við einum gerandisdegi við fjølbroyttum uppgávum og
nógvum sambandi við onnur menniskju. Dentur er tískil á fakligari menning og at tryggja eitt
gott fysiskt og sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Yvirorðnað bjóða vit eitt arbeiðspláss við:
- sjálvstøðugum arbeiðsuppgávum og sparring við samstarvsfelagar
- góðum og skipaðum umhvørvi
- fakliga skikkaðum og virknum starvsfelagum
- tvørfakligum samstarvi
- við dynamikki og fjølbroyttum avbjóðingum
- skipaðari innleiðslu.
Løn
Løn og setanartreytir eru sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóra á tlf. 343300 ella umvegis teldupost hanto@ssh.fo.
Kundi tú hugsa tær at verið ein týðandi partur av okkara toymi?
So gleða vit okkum til at taka í móti tíni umsókn og viðkomandi skjølum á starv@ssh.fo í seinasta lagi sunnudagin 7. desembur 2025. Tey, ið verða boðin til samrøðu, verða biðin um hava læknaváttan og revsiváttan við. Biðið verður eisini um barnaváttan frá tí, ið sett/ur verður.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.