Útgivið
15. juli 2021
Útgongur
2. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Yvirstýrimaður til Vørn

Eitt starv sum Yvirstýrimaður við skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Útføra tær arbeiðsuppgávur sum eru sambært ISM-manualinum.
  • Annað fyrifallandi arbeiði

 Førleikakrøv:

  • Skipsføraraútbúgving.
  • Vinnubræv sum stýrimaður við handilsskipum á 1. stigi(STCW-regl. II/2 as Chief Mate).
  • Heilsuváttan fyri sjómenn.
  • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
  • Hollar royndir innan Fiskiveiðieftirlit fyrimunur, men ikki krav.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
  • Øll viðkomandi skeið. Fyrimunur við gildugum prógvum.
  • Aldur og heilsu til at gerðast kavari. Fyrimunir men ikki krav.

Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32 og 33. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er á Vørn.

Starvsheiti er Yvirstýrimaður.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at øki verður umskipað, til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  02. august 2021 kl. 1200.

Umsóknirnar skulu sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið