Strandfaraskip Landsins
Útgivið
26. december 2024
Útgongur
5. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Strandferðslan søkir eftir einum ágrýtnum og álítandi persóni, til spennandi starv sum yvirstýrimaður á Teistanum. Talan er um fast, fulltíðarstarv.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Teistanum.
Teistin hevur í løtuni dagliga farleið millum Tórshavn og Nólsoy, men roknast við broytingum á hesum økinum. Arbeiðstíðin er eina viku umborð og eina viku frí. Siglt verður hvønn dag í vikuni, og umstøður eru at búgva umborð.

Tínar høvuðsuppgávur

  • Yvirstýrimaðurin skal hava førleika at loysa skiparan av, tá ið hesin er í feriu ella hevur forfall. Harafturat skal yvirstýrimaðurin verða við til at tryggja ein skilagóðan dagligan rakstur.
  • Yvirstýrimaður skal hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og leypandi meta um tørvin fyri viðlíkahaldi umborð.
  • Yvirstýrimaðurin skal, saman við øllum øðrum starvsfólkum hjá SSL, tryggja eitt gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.

Sum yvirstýrimaður vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum skipsførari ella skipari
  • Sjóvinnubræv sum skipari við handilsskipum STCW reg. II/2 as Master
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
  • GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook, Pre-Master.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Umsóknarfreistin er 05. januar 2025. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skipara umborð á Teistanum, á tlf. +298 293103, ella við teldupost teistin.brugvin@ssl.fo.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2020 var umleið 900.000 ferðandi, har av umleið 600.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 300.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.

Líknandi størv

KT-mennari   Falkland Islands (Malvinas) nýtt
13. november 2025
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið