Strandfaraskip Landsins

Avloysarar til Smyril

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv

2026-11-24

Strandfaraskip Landsins søkir eftir avloysarum til catering umborð á Smyrli.

Um starvið

Talan er um avloysarastarv, har arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðsdagurin er 13 tímar arbeiði og 11 tímar hvíld.

Arbeiðstíðin kann verða skiftandi og fevnir um bæði dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktir. Arbeiðsvaktir verða lagdar eftir tørvi, í samband við sjúku, avspákan og feriu. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini kunna veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.

sí lýsing her

Øll størv