P/F Poul Michelsen

Bilførari við stórum koyrikorti

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Fast starv, Faklært, Ófaklært

2026-12-07

Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við koyrikorti til kategori C til fulltíðarstarv.

Starvið fevnir um koyring, flutning og handfaring av vørum um alt Føroyar. Tú verður partur av okkara toymi og hevur ábyrgd av, at arbeiðið verður gjørt trygt og professionelt.

Vit vænta, at tú:

  • Koyrikort til kategori C (krav)
  • Trívist væl við at møta tíðliga til arbeiðis
  • Ert álítandi, røkin og tænastusinnað/ur
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
  • Hevur royndir innan flutning, tó er hetta ikki eitt krav

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Góð arbeiðsviðurskifti og góðar starvsfelagar
  • Løn sambært avtalu og royndum
  • Ein arbeiðsstaður, har trivnaður og gott samstarv verða høgt raðfest

Kunning

Send umsókn og CV á teldupost: starv@pm.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dánial Christansen, Goymlsu- og flutningsleiðari, á tlf. 764684.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Øll størv