SIRI

Dámar tær væl at arbeiða innan sølu, vegleiðing og kundarøkt?

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Partíðarstarv, Fast starv, Ófaklært

2026-12-01

Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í okkara hugnaliga handli? So hava vit møguliga rætta starvið til tín.

Vit leita eftir einum fyrikomandi og helst royndum sølufólki, sum hevur áhugað fyri góðsku og kundarøkt.

Vit veita fleiri tænastur, sum tørva servitan; tí er tað av stórsta týdningi, at tú hevur áhugað at finna røttu loysnina til kundan og vil seta teg gjølla inn í vøruúrvalið.

Um starvið

Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum umhvørvi, við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum og í einum handli har vøruúrvalið er sera fjølbroytt.

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi á 6 starvsfólkum.

Starvið fevnur í høvuðsheitinum um kunning og sølu av undirklæðum, bróstprotesum, bandagum, kompressiónssokkum o.a.

Tínar uppgávur verða m.a. hesar:

  • Kundaavgreiðsla
  • Vegleiða kundar
  • Bíleggja og takað ímóti vøru
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Er yvir 20 ár
  • Brennur fyri at veita eina góða tænastu
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fleksibul
  • Ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil/tænastu.

Vit bjóða:

  • Eitt lítið, men hugnaligt arbeiðspláss við góðum samanhaldi
  • Møguleikan fyri ávirkan og at seta tín dám á handilin
  • Møguleikan at læra nógv innan persónliga vælveru

Løn og setanartreytir:

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðin er 20-30 tímar um vikuna, við løn eftir avtalu.

*Arbeiðstíð*

Mán-frí 10-17 ley 11-14

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til SIRI á telefon 316610

Umsókn skal sendast til siri@siri.fo í seinasta lagi 1.des 2026

Øll størv