Umhvørvisstovan
Deildarleiðari til Umhvørvisstovuna
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Fulltíðarstarv, Fast starv, Faklært
2026-12-13
Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og framskygdum deildarleiðara at standa á odda fyri ognar- og persónsskrásetingum.
Ognarskrásetingar fevna um málsøkini matrikulering og tinglýsing.
Persónsskrásetingar fevna um skrásetingar í landsfólkayvirlitinum, navnamál og vápnaskránna.
Arbeiðsøkini røkja grundleggjandi og týðandi samfelagsuppgávur innan skráseting og fyrisiting av upplýsingum um ognir, rættindi og persónar. Uppgávurnar hava grundleggjandi týdning fyri samfelagið og tí eru serliga høg krøv til fakliga dygd, rættartrygd og álítandi skrásetingar.
Tinglýsingin fyrisitur tingbókina umframt akfarsbókina og persónbókina, og skrásetur og almannakunnger rættindi lýst á fastognum, akførum og leysafæi. Landsfólkayvirlitið umsitur grundleggjandi persónsupplýsingar, millum annað persónstøl og bústaðarskrásetingar. Umhvørvisstovan umsitur eisini navnamál og vápnaskránna. Matrikul umsitur matrikulmál og tekur sær m.a. av sundurbýti, samanlegging og marknaseting, útskifting og tryggjar, at matrikulin er dagførdur og rættur.
Deildin verður skipað við einari felags leiðslu fyri hesi arbeiðsøki. Ein týðandi partur av virkseminum komandi árini er talgilding og nýhugsan av málsviðgerð. Sum deildarleiðari fært tú ein høvuðsleiklut í at seta kós fyri menning av ognar- og persónsskrásetingum.
Vit vænta, at tú sum deildarleiðari hevur førleika og áræði til at:
- leiða og menna arbeiðsøkið og skapa greiðar karmar um arbeiðið
- tryggja fakliga dygd, rættartrygd og munagóða fyrisiting
- saman við øðrum at taka stig til og standa á odda fyri stigvísari talgilding og menning av arbeiðsgongdum
Vit ynskja ein savnandi og framskygdan leiðara, sum megnar at skapa góðar og mennandi arbeiðsumstøður. Ein týðandi partur av starvinum verður at menna samstarvið millum arbeiðsøkini, skapa eina felags kós og tryggja, at førleikar og tilfeingi verða gagnnýtt best møguligt tvørtur um arbeiðsøkini.
Starvsfólkaleiðsla er natúrliga ein partur av starvsinnihaldinum, eins og leiðsla á strategiskum stigi sum partur av leiðslubólkinum á Umhvørvisstovuni.
Ein týðandi partur av starvinum verður at síggja fakøkini í einum størri høpi og skapa góðar fortreytir fyri samstarvi, vitanardeiling og felags menning. Samstundis er umráðandi at varðveita og menna ta fakligu serfrøðina á hvørjum einstøkum arbeiðsøki.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, góða løgfrøðiliga fatan og viðkomandi leiðsluførleikar. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við verkætlanar- og broytingarleiðslu.
Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar fakligu førleikar og royndir og greiðir frá, hvussu tú sært teg kunna vera við til at leiða skráseting av fastogn og víðarimenningina av arbeiðnum at talgilda málsgongdir innan arbeiðsøkini. Harafturat vilja vit fegin hoyra um tínar leiðsluroyndir og tínar hugsjónir um góða leiðslu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. desember 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon +298 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.
Starvið er fulltíðarstarv við starvsbyrjan eftir avtalu og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og orkumálaráðnum og fevnir um arbeiðsøkini umhvørvis- og náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing, landsfólkayvirlit, navnamál og vápnaskrá. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið soleiðis, at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja.
Um Ognar- og persónsskráseting
Ognar- og persónsskráseting fevnir um fakøkini Tinglýsing, Landsfólkayvirlit, Navnamál, Vápnaskráseting og Matrikul. Økini røkja grundleggjandi skrásetingar- og myndugleikauppgávur og veita dagliga tænastur til borgarar, vinnu og almennar myndugleikar.
Tinglýsing fyrisitur tingbókina, akfarsbókina og persónbókina. Í tingbókini verða rættindi yvir fastogn skrásett, eitt nú ognarrættur, veðrættindi, servituttir og onnur rættindi. Í akfarsbókini verða veðrættindi og onnur rættindi í akførum skrásett, meðan persónbókin m.a. fevnir um skráseting av rættindum í leysafæi. Tinglýsingin hevur sostatt ein týðandi leiklut í at tryggja greið og álítandi rættindi hjá borgarum og vinnu. Umsitingin av vápnum á Umhvørvisstovuni fevnir um skráseting av vápnum, vápnaprógv, góðkenning av veitarum av vápnatrygdarskeiði og útflutningsloyvi, undir hesum vápnapass. Harafturat umsitur Umhvørvisstovan navnamál.
Landsfólkayvirlitið umsitur grundleggjandi persónsupplýsingar um fólk, sum búgva ella hava búð í Føroyum. Uppgávurnar fevna m.a. um persónstøl, bústaðarskráseting, flytingar og aðrar dagføringar av persónsupplýsingum. Landsfólkayvirlitið veitir eisini upplýsingar og váttanir til borgarar og myndugleikar og er ein grundleggjandi partur av almennu skrásetingini í Føroyum.
Matrikul umsitur matrikulmál og skráseting av fastognum og markum. Arbeiðið fevnir m.a. um sundurbýti og samanlegging av ognum, marknaseting, matrikulering og útskifting. Matrikulin hevur harumframt ein týðandi leiklut í at tryggja eitt dagført og álítandi grundarlag undir skráseting og fyrisiting av fastogn í Føroyum.
Felags fyri fakøkini er, at álítandi skrásetingar, faklig dygd og rættartrygd hava avgerandi týdning. Samstundis eru økini í støðugari menning, har talgilding, betri arbeiðsgongdir og góðar talgildar tænastur eru ein alsamt størri partur av virkseminum.
