Fróðskaparsetur Føroya
Endurlýsing: Adjunkt- ella lektarastarv í føroyskum máli
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Fulltíðarstarv, Faklært
2026-12-15
Eitt adjunkt- ella lektarastarv í føroyskum máli á Føroyamálsdeildini er leyst at søkja. Starvið verður sett frá 1. februar 2027 ella eftir avtalu.
Um starvið
Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Málgranskarar á deildini býta undirvísing og gransking ímillum sín, men samstarva eisini tvørtur um granskingarøki og taka lut í málfrøðiligum verkætlanum saman við innan- og uttanhýsis starvsfeløgum. Ætlanin við hesum starvinum er at menna gransking og undirvísing í vesturnorrønu málsøguni, undir hesum serliga føroysku málsøguni. Til ber eisini at menna onnur viðkomandi granskingarøki og annars serliga málsøgulig evni til undirvísing. Eftir avtalu er røkt og skipan av handrita- og staðarnavnasavninum partur av starvinum.
Starvið fevnir um undirvísing á BA- og MA-stigi. Til undirvísingina hoyra fyrisitingarligar uppgávur, og roknað verður við, at tann, sum verður sett/ur, tekur lut í menningini av bæði undirvísing og gransking á Føroyamálsdeildini.
Føroyamálsdeildin bjóðar út BA-, MA- og ph.d-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum og BA-útbúgving í Listaligum arbeiði. Á deildini eru 17 starvsfólk í føstum starvi umframt 5 verkætlanarsett og umleið 50 lesandi. Máltøknidepilin er partur av deildini og Málstovan undir Málráðnum hoyrir fyrisitingarliga til deildina. Á Málstovuni er 4 starvsfólk umframt tíðaravmarkað lestrar- og verkætlanarstørv.
