Norðoya Bú- og Heimatænasta

Ergoterapeutur til ergoterapieindina Ven og Virka

Norðoyggjar · Norðoyggjar

Partíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-11-16

Vit sóknast eftir einum ergoterapeuti til ergoterapieindina í Norðoya Bú- og Heimatænastu, Ven og Virka. Talan er um fast starv frá 1. desember 2026 á starvsbroti 0,8 ella eftir nærri avtalu. Ábyrgdarøkið hjá tær verður at virka í einum tvørfakligum toymi, hvørs uppgáva er:

At kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
At vera partur av rehabiliteringstoyminum
At hava ábyrgd av hjálpartólum
At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í Fysio- og ergoterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

sí lýsing her

Øll størv