STÝR
Ert tú okkara næsti Senior Mennari?
Suðurstreymoy · Suðurstreymoy
Fulltíðarstarv, Fast starv, Faklært
2026-11-30
Hevur tú drúgvar royndir sum mennari og hug til nýggjar avbjóðingar, har tú fært ávirkan og møguleika at seta tín dám á loysnirnar?
Stýr er í vøkstri, og vit leita eftir einum royndum senior mennara til okkara menningartoymi.
*Tínar uppgávur verða millum annað at…*
- Menna og víðarimenna skipanir og funktiónir
- Umseta tørv og krøv til góðar tøkniligar loysnir
- Arbeiða við integratiónum, dátum og samspælinum millum skipanir
- Finna feilir og loysa tøkniligar avbjóðingar
- Tryggja góðsku, stabilitet og viðlíkahald
- Geva títt íkast til arkitektur og tøknilig val
- Sparra og deila vitan við aðrar mennarar
- Samstarva við ráðgevar um tørvin hjá kundunum
