Vesturvón

Føðsluatstøðari til Vesturvón

Vágar · Vágar

Fulltíðarstarv, Partíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-12-01

Køkurin á Heiminum á Sýnini leitar eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum føðsluatstøðara til setan 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru skipaðar í køkinum og eru fjølbroyttar, til dømis mat framleiðsla, planlegging, fyrireiking, vøru bílegging v.m.

Søkt verður eftir

Føðsluatstøðara til fast starv á starvsbrøk 0,875, svarandi til 35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er 7 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar

Útbúgving sum føðsluatstøðari ella líknandi útbúgving
Góð evnir at samskifta í skrift og talu
Royndir at arbeiða í stórkøki og vitan um dietar kann verða ein fyrimunur

Persónligir eginleikar

Álítandi og ábyrgdarfull/ur
Tolir stórt arbeiðstrýst og megnar at hava fleiri bóltar í luftini
Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
Røkin
Tolir broytingar og ert fleksibul

Vit bjóða

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
Góða upplæring
Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráði og Kost og Føðslufelag Føroya

Meiri fæst at vita

Nærri kunning um starvið fæst við at venda tær til Thildu H. í Líðini, deildarleiðara á telefon 665780 ella á telduposti [thilda@vesturvon.fo](mailto:thilda@vesturvon.fo)

Umsóknarfreist

Freistin at senda umsókn inn er tann 1. desembur 2026 kl. 12.00.

Umsókn saman við lívrensli skal sendast við telduposti til okkara á [vesturvon@vesturvon.fo](mailto:vesturvon@vesturvon.fo) og viðmerkjast skal “Umsókn føðsluatstøðingur”

Øll størv