Nudlavirkið

Grafiskur sniðgevi til Nudlavirkið

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-12-01

Tað prutlar undir lokinum og vónirnar hjá kundunum hópa seg upp. Vit leita tí eftir nýggjum sniðgeva.

Vit ímynda okkum at tú kanst nikka játtandi til vørulýsingina niðanfyri:

  • útbúgvin grafiskur sniðgevi, ella hevur fleiri ára royndir á baki
  • ósvikaligan sans fyri sniði, etikki og estetikki
  • høgt trúvirði gjøgnum væl hugsað snið
  • høgan arbeiðsmoral, hugsar og arbeiðir skjótt
  • brýtur samrøður av, tá ið tú hevur rætt

Um okkum:

  • munga eftir tí góða
  • hava tað stuttligt til arbeiðis
  • samskifta bersøgið og beinleiðis, tó við denti á fólkaskikki
  • gapa málleys, tá tú kløkkar okkum við genialitetum
  • lurta, tá tú tosar, men tú skalt rokna við, at vit hava meiningar um næstan alt
  • trúføst ímóti tær og tínum
  • rokna við at tú brýtur samrøður av – ofta

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Niels Una Dam stjóra, á á tlf 76 10 10, ella um teldupost nud@nudlavirkid.fo

Umsóknir, ið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2026, skulu sendast til nud@nudlavirkid.fo

Øll størv