Viðgerðarheimið Heilbrigdi

Heilbrigdi søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi

· Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Faklært, Fast starv

2026-11-29

Heilbrigdi er viðgerðarstovnur, sum veitir rúsviðgerð til fólk, ið eru vorðin rúsbundin. Arbeitt verður eftir 12 stiga skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota-viðgerð.

Ert tú forvitin og vilt vita meira um okkum, ber til at lesa meira á www.heilbrigdi.fo.

Lýsing

Sum sjúkrarøktarfrøðingur á Heilbrigdi verður tú partur av einum tvørfakligum toymi, har vit í felag arbeiða fyri at veita okkara sjúklingum eina trygga, fakliga grundaða og heildarmiðaða viðgerð.

Tínar arbeiðsuppgávur fevna millum annað um visitatión, avrúsing, heilivágsviðgerð og aðra sjúkrarøkt við støði í tørvinum hjá tí einstaka sjúklinginum.

Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við okkara læknar og onnur starvsfólk. Umsorgan og virðing fyri tí einstaka og gott tvørfakligt samstarv eru grundleggjandi virði í okkara arbeiði.

Vit søkja eftir

Einum sjúkrarøktarfrøðingi til fast fulltíðarstarv.
Arbeitt verður í dagvaktum vanligar yrkadagar.

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur hug og hegni at arbeiða innan misnýtsluøkið
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar, sjúklingar og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á stovninum
  • Kann gera annað praktiskt arbeiði í sambandi við viðgerðina
  • Dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • Hevur koyrikort
  • Kann vísa reina revsiváttan

Vit bjóða tær

  • Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum
  • Góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
  • Supervisión
  • Møguleika at seta tín dám á arbeiðið og vera við til at menna tænasturnar hjá Heilbrigdi
  • Ein innihaldsríkan arbeiðsdag í einum meiningsgevandi umhvørvi

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Starvið er til setanar frá 1. januar 2027 ella skjótast gjørligt eftir nærri avtalu.

Heilbrigdi tilskilar sær rætt at søkja av nýggjum, um mett verður, at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:

Viðgerðarheimið Heilbrigdi

Varðagøta 16

FO-100 Tórshavn

Att.: Annika Holm, stovnsleiðara

Ella við telduposti til heilbrigdi@heilbrigdi.fo.

Umsóknarfreistin er 29. november 2026.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara, á telefon 580379 ella á teldupost annika@heilbrigdi.fo.

Øll størv