Norðoya Bú- og Heimatænasta
Heilsurøktara til ergoterapieindina í Ven og Virka
Norðoyggjar · Norðoyggjar
Partíðarstarv, Faklært
2026-11-16
Vit sóknast eftir einum heilsurøktara til ergoterapieindina í Norðoya Bú- og Heimatænastu, Ven og Virka.
Talan er um fast starv frá 1. januar 2027 á starvsbroti 0,7 ella eftir nærri avtalu.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at hjálpa til í ergoterapeutiska virkseminum í NBH, herundir:
At stuðla eldri borgarum í at varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
At undirvísa og ráðgeva borgarum og avvarðandi
At hava ábyrgd av hjálpartólum
Annað fyrifallandi arbeiði
Arbeiðið fer fram í Fysio- og ergoterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.
