Nánd-Heimatænastan

Heilsurøktari til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Eysturoy · Eysturoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-12-03

Farloyvisstarv

Vit søkja eftir heilsurøktara til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Starvið er á ovaru hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.

Dámar tær eitt arbeiði, har faklig vitan, umsorgan og menniskjalig sambond ganga hond í hond?

Vit leita eftir einum heilsurøktara, sum hevur hug at gerast partur av okkara toymi.

Sí lýsing her

Øll størv