Heilsutrygd
Heilsutrygd søkir sjúkrarøktarfrøðing/ viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtalurnar í Heilsumiðstøðini í Vági
· Suðuroy
Fulltíðarstarv, Partíðarstarv, Faklært
2026-12-02
Um starvið
Talan er um starv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.
Starvsstaður er í Heilsumiðstøðini í Vági (Heilsuøki 5).
Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 1,0. Talan er um tíðaravmarkað starv at byrja sum skjótast til umleið 1. september 2027.
Førleikar og eginleikar
- Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari.
- Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Tú ert fyrikomandi
- Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
- Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt
Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast/tíðaravmarkað starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík
Umsóknir til starvið í Vági skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi kl. 13.00 mikudagin 2. desember 2026.
Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo
