Økistænastan í Sandoyar sýslu
Heimasjúkrarøktarfrøðingar til Økistænastuna í Sandoyar sýslu
Sandoy · Sandoy
Partíðarstarv, Faklært
2026-12-16
Vilt tú brúka tína fakligheit, har hon veruliga ger mun?
Í Økistænastan í Sandoyar sýslu leita vit eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum, sum vilja vera við til at menna og mynda sjúkrarøktina hjá okkara borgarum. Her fært tú eitt starv, har tú arbeiðir tætt at menniskjum, fylgir teimum í ymiskum lívsstøðum og ert við til at skapa tryggleika, virðing og lívsgóðsku hvønn dag.
Vit eru eitt lítið og smidligt øki, har leiðirnar eru stuttar, samstarvið tætt og tín fakliga rødd verður hoyrd. Tú verður partur av eini tænastu í menning, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum kanst seta tín dám á framtíðar sjúkrarøkt í Sandoyar sýslu.
Hví velja okkum?
Hjá okkum arbeiðir tú í einum fjølbroyttum sjúkrarøktarligum umhvørvi, har tú møtir borgarum við ymiskum tørvum og lívsstøðum. Tú fært eitt fakliga spennandi starv, har eingin dagur er eins, og har tú hevur stóran sjálvræðisrætt í tínum arbeiði. Samstundis fært tú møguleika at byggja upp tøtt sambond og tryggleika kring borgaran í gerandisdegnum.
Vit bjóða tær:
- eitt arbeiðspláss við høgari fakligari dygd
- mennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- góða og trygga innleiðslu
- dugnaligar og stuðlandi starvsfelagar
- møguleika at ávirka og menna tænasturnar
- eitt starv, har tú dagliga gert ein sjónligan mun fyri borgarar og avvarðandi.
Vit leita eftir tær, sum
- ert útbúgvin og góðkend/ur sjúkrarøktarfrøðingur
- hevur áhuga fyri nærverandi sjúkrarøkt
- trívist við sjálvstøðugum arbeiði og tvørfakligum samstarvi
- tekur ábyrgd og megnar at raðfesta
- ert jalig/ur, smidlig/ur og opin fyri nýggjum avbjóðingum
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur koyrikort.
Starvið
- Talan er um tvey størv í starvsbrøki 0,8.
- Arbeiðstíðin er skiftandi dag- og kvøldvaktir og 4. hvørt vikuskifti.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. februar 2027 ella skjótast gjørligt.
Løn og setan eru sambært sáttmála millum KAF/FMR og FFS
Umsókn
Umsókn við prógvum og viðkomandi upplýsingum skal sendast til ot@ot.fo.
Umsóknarfreistin er 16. desember 2026.
Meira at vita?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Beintu Klein, deildarleiðara, á telefon 793679.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær og bjóða tær vælkomnum til eitt arbeiðspláss, har fakligheit, nærvera og smidleiki ganga hond í hond.
