Á Skúlatrøð
Lærarastørv á Skúlatrøð frá 1. januar 2027
· Norðoyggjar
Fulltíðarstarv, Partíðarstarv, Tíðaravmarkað starv
2026-11-27
Tvey tíðaravmarkaðið størv verða lýst leys at seta frá 1.januar 2027 og til skúlaárið 26/27 endar.
Søkt verður eftir
- Einum lærara í tíðaravmarkaðum starvi vegna barsilsfarloyvi á sertilboðnum.
Eisini kann lærarin vænta at undirvísa í gentuítrótti. Setanarbrotið er 1,0. - Einum lærara í tíðaravmarkaðum starvi vegna barsilsfarloyvi. Flestu tímarnir eru í grunddeild við flokslæraraábyrgd . Eisini kann lærarin vænta at undirvísa í enskum í miðdeild og alisfrøði hádeild. Sentanarbrotið er 0,7.
Søkt verður eftir lærarum, sum
- Hava týðiliga relatiónsterka floksleiðslu
- Vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
- Duga at samstarva og eru fyrikomandi
- Vilja samstarva við starvsfólkum skúlans við at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta menning næminganna
- Sýna jaligan hugburð
- Tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
- Hava áræði til at taka ábyrgd
- Eru stundislig og nærløgd.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27.november 2026 kl. 14.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: jonleif.johannesen@skulin.fo , ella sendast
til:
Á Skúlatrøð
att: Jónleif Johannesen, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Jónleif Johannesen, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til jonleif.johannesen@skulin.fo .
Skúlaárið 26/27 ganga 775 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 80 lærarar og 12 námsfrøðingar arbeiða í skúlanum. Meiri kunning um skúlan sæst á heimasíðu skúlans
*www.skulatrod.fo .*
