Kaldbaks skúla

Lærari til Kaldbaks skúla

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-11-16

Starv við byrjan 7. desembur 2026 verður hervið lýst leyst at søkja.

Starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi til skúlaárið 2026/27. Starvið er sett á fulla tíð. Søkt verður eftir lærara at undirvísa í støddfrøði á øllum árgangum. Fyrimunur kann vera, um umsøkjari kann undirvísa í N/T, smíð ella tónleiki.

Um skúlan:

Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru. Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Í núverandi skúlaári eru vit 20 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eru innskrivaði í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.

sí lýsing her

Øll størv