J&K Petersen
Landmátari
· Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar, Suðuroy, Sandoy
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
2026-12-18
J&K Petersen leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum landmátara.
Sum landmátari verður tú ein týðandi partur av verkætlanunum frá byrjan til enda og fert at arbeiða tætt saman við verkætlanarleiðarum, formonnum og øðrum starvsfólkum á byggiplássunum.
Saman við arbeiðsleiðsluni skalt tú tryggja, at verkætlanir verða útintar neyvt, rætt og eftir tekningum og fyriskipanum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú ert útbúgvin landmátari ella hevur arbeiðsroyndir innan økið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við totalstøð, uppmátingum og viðgerð av dátum. Eisini vænta vit, at tú:
- Arbeiðir neyvt og miðvíst.
- Hevur góðar telduførleikar.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd.
- Hevur koyrikort til bil.
Hvat vit kunnu bjóða tær
Tú fært møguleika at arbeiða við nútímans landmátaraútgerð og tøkniligum amboðum, umframt at tú fært:
- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum
- Førleikamenning
- Løn sambært útbúgving og royndum
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti til starv@jkp.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. desembur 2027. Samrøður verða hildnar leypandi, og starvið verða sett sambært avtalu.
Vilt tú frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at tosa við Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
