Sansir

Lestrarstarv á Sansum

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Partíðarstarv, Fast starv, Lærupláss, Faklært

2026-11-16

Hevur tú fingurin á pulsinum, tá ið tað snýr seg um sosialar miðlar? Dámar tær at taka myndir, framleiða reels og skriva stuttar tekstir? Lesur tú samskifti, marknaðarføring ella okkurt annað kreativt? Og hevur tú hug at fáa tær royndir, meðan tú ert undir útbúgving?

Um ja, so leita vit eftir tær!

Vit søkja eitt orkufult og ágrýtið starvsfólk, sum fylgir við nýggjastu rákunum á sosialum miðlum, elskar at skapa spennandi content og sum fær ting at henda.

Tínar uppgávur eru eitt nú:

Fylgja við nýggjastu rákum og møguleikum á sosialum miðlum
Vegleiða og leggja contentætlanir fyri okkara kundar og fyri Sansir
Skapa content til sosialir miðlar
Skriva stuttar tekstir
Annað fyrifallandi arbeiði t.d. at samskipa og luttaka í fokusbólkum og casting

Vit bjóða:

Eitt spennandi og skapandi arbeiðspláss
Áhugaverdar kundar og uppgávur
Dugnaligar starvsfelagaðar
Viðkomandi førleikamenning
Góða útgerð

Vit vænta, at tú:

Hevur miðnámsútbúgving ella líknandi
Hevur koyrikort
Tosar og skrivar føroyskt
Hevur gott innlit í sosialar miðlar og veit, hvat riggar
Brennur fyri at skapa content og vegleiða um sosialar miðlar
Tekur ábyrgd og fær tingini gjørd
Arbeiður skjótt, skipað og sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir

Starvið er tímalønt og fevnir um umleið 10 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar kunnu vera ymiskar, og viðhvørt kann arbeiðið liggja um kvøldið, í vikuskiftum ella í ferium. Løn verður ásett eftir avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Barbaru Mariu Lamhauge á tel. 299375. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til [starv@sansir.fo](mailto:starv@sansir.fo) og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. novembur 2026.

Kom og arbeið hjá okkum

Vit leita altíð eftir

nýggjum evnaríkum fólkum

Send umsókn

sí lýsing her

Øll størv