Fróðskaparsetur Føroya

Lívfrøðingur til Fróðskaparsetur Føroya

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Faklært

2026-11-23

IN ENGLISH BELOW

Eitt vísindastarv í lívfrøði er leyst at søkja á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella eftir avtalu.

Um starvið

Starvið fevnir um gransking, undirvísing og fyrisiting.

Talan er serliga um undirvísing, vegleiðing, ráðlegging og samskipan av evnum á bachelorútbúgvingunum í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við starvsfólk, sum frammanundan eru knýtt at útbúgvingunum.

Granskingarparturin í starvinum verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at tað í umsóknini verður víst á møguleikar fyri samstarvi á Fróðskaparsetinum og við onnur vísindaumhvørvi í Føroyum og uttanlands.

Sí lýsing her

Øll størv