Havstovan

Lýst verður eftir granskara til verkætlanarstarv

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-12-15

Havstovan lýsir eftir granskara til tíðaravmarkað starv at gera eina vísindaliga meting av havfrøðiligum mátingum á Grønland-Skotland Rygginum. Vit leita eftir granskara við áhuga fyri havfrøði og veðurlagsbroytingum, og sum hevur hegni at arbeiða sjálvstøðugt við dátugreining og at skriva frágreiðingar.

English version

Rákið tvørtur um Grønland-Skotland Ryggin hevur alstóran týdning fyri stórskala rák í Norðuratlantshavi og fyri fluting av varma og vatnmassum millum Norðuratlantshav og Norðurhøv.

Havstovan hevur síðani 1990ini gjørt hydrografiskar mátingar í føroyskum sjógvi og mátað rákið tvørtur um Ryggin. Í eini nýggjari verkætlan, nevnd SAGA (Sub-Arctic Gateway Array), samstarvar Havstovan við granskarar í Íslandi, Skotlandi og Noreg um at styrkja og eftirmeta mátingarnar á øllum Rygginum. Eftirmetingin fevnir m.a. um at kanna, í hvønn mun verandi mátingar kunnu nýtast sum møguligir ávísar fyri veðurlagsbroytingum. Í hesum sambandi skulu verandi tíðarrøðir dagførast. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við starvsfelagar í verkætlanini.

sí lýsing her

Øll størv