Tórshavnar kommuna

Námsfrøðingar til Býlingshúsið millum Gilja

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-12-10

Námsfrøðingar hyggi her!

Vilt tú gerast ein partur av einum góðum starvsfólkabólki har trivnaður og samstarv eru í fokus?

Vit søkja eftir námsfrøðingum til okkara stovn. Ynskiligt er at arbeiðstíðin er 35-40 tímar um vikuna, tó um ynski er at arbeiða færri tímar, er tað eisini ein møguleiki.

Námsfrøðingar ið fáa prógv frá donskum útbúgvingarstovni í januar og flyta aftur til Føroyar, eru eisini vælkomnir at søkja. Hjálparfólk verða sett í starv um ongin námsfrøðingur søkir.

Býlingshúsið millum Gilja er ein lítil stovnur við tveimum barnagarðsstovum og einari vøggustovu við í alt 44 børnum og 12 vaksnum. Okkara umhvørvið leggur upp til at børnini sleppa at ferðast í millum stovurnar og skapa sambond við børn og vaksin á øllum stovninum.

Sí lýsing her

Øll størv