Dagstovnurin Alvalon
Námsfrøðingur og avloysarar til Alvalon
Vágar · Vágar
Partíðarstarv, Fast starv, Faklært, Ófaklært
2026-11-13
Vit leita eftir einum námsfrøðingi til eina barnagarðsstovu, sum vil vera við til at skapa ein tryggan, stuttligan og mennandi gerandisdag fyri børnini – og sum hevur hug at arbeiða fakliga, nærverandi og saman við øðrum.
Vit søkja eisini avloysarar, sum kunnu traðka til, tá starvsfólk eru í feriu ella sjúk.
Starvssetan
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Um Alvalon
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit hava góðar møguleikar at brúka náttúruna og nærumhvørvið, og vit leggja dent á at vera nógv úti og regluliga fara á túrar í nærumhvørvinum.
Stovnurin er víðkaður seinasta árið, og vit hava í dag góðar karmar, bæði í nýggjum og eldri hølum, sum geva fjølbroyttar møguleikar í námsfrøðiliga arbeiðinum.
Á stovninum eru:
Námsfrøðiliga arbeiðið
Í Alvalon ynskja vit, at børnini kenna seg trygg, sædd og sum ein týdningarmiklan part av felagsskapinum. Vit arbeiða tí tilvitað við relatiónum og tilknýti og við at skapa ein gerandisdag við ró, nærveru, spæli og menning.
Vit leggja dent á, at:
Eitt gott og álitisfult foreldrasamstarv er ein sjálvsagdur partur av arbeiðinum, og vit síggja foreldrini sum týdningarmiklar samstarvspartar kring barnið. Vit arbeiða eisini við fakligari menning og eru partur av verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki“, sum fevnir um alt barna- og ungdómsøkið í Vágum.
Vit kunnu bjóða tær
Vit vænta av tær
Setanarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Sambært galdandi reglum verður barnaváttan fingin til vega áðrenn setan.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf. 233240.
Umsókn
Umsókn, saman við prógvi og lívsrensli, skal sendast til [alvalon@sorvag.fo](mailto:alvalon@sorvag.fo) í seinasta lagi fríggjadagin 13. november 2026
