Runavíkar Kommuna

Námsfrøðingur til Barnahúsið Sellan á Skála

Eysturoy · Eysturoy

Fulltíðarstarv, Partíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-12-15

Vit byggja, baka, dansa og syngja – vilt tú verða við?

Hevur tú hjarta fyri børnum, gleði av spæli og trúgv á, at tær smáu løturnar kunnu gera mun? So ert tú júst tann, sum vit leita eftir í Barnahúsinum Sellanum á Skála!

Um okkum:

Barnahúsið Sellin er eitt livandi og fjølbroytt barnahús við 60 børnum, sum er býtt á:

  • Tvær vøggustovur.
  • Tvær barnagarðsstovur.
  • Eina úti barnagarðsstovu.

Harafturat hava vit ein frítíðarskúla, ið er knýttur at somu leiðslu.

Vit eru ein felagsskapur, sum trýr at spæl, nærvera og gleði eru ein kjarna í barnalívinum

sí lýsing her

Øll størv