Nánd-Heimatænastan

Røktarstarvsfólk til eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík

Eysturoy · Eysturoy

Partíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-12-10

Eitt starv er leyst at søkja á Giljagarði frá 1. februar 2027. Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Giljagarði eru 10 búpláss, og har starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljagarð.

Sum røktarstarvsfólk kemur tú at veita eina góða og grundleggjandi røkt og umsorgan fyri búfólkunum, skjalfesta, eygleiða og boða frá broytingum og tryggja heilivágsgevan til búfólkini.

Sí lýsing her

Øll størv