Sjóvinnustýrið

Samskipari til Vitaverk og sjóuppmerking í Sjóvinnustýrinum

Vágar · Vágar

Fulltíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-12-02

Sjóvinnustýrið søkir eftir samskipara til Vitaverk og sjóuppmerking at byrja 1. januar 2027 ella skjótast til ber.

Vitaverk og sjóuppmerking er eitt fjølbroytt øki, sum fevnir um umsiting og viðlíkahald av 26 landsvitum, eftirlit við 55 havnavitum og málsviðgerð í sambandi við sjóuppmerking. Harumframt er samskiparin sambindingarlið hjá 10 tímaløntum hjálparfólkum kring landið, sum røkja uppgávur hjá vitaverkinum.

Arbeiðsstaðurin er á skrivstovuni og úti um landið. Tann, ið settur verður, skal hava vilja og førleika til at ferðast til arbeiðsøki kring Føroyar, bæði við báti og til gongu.

Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:

  • At hava dagliga leiðslu av Vitaverki og sjóuppmerking í Føroyum
  • Regluligt eftirlit av rakstrar- og viðlíkahaldsstøðu hjá vitum og DGPS-støðum
  • Seta í verk viðlíkahald og moderniseringsverkætlanir
  • At gera árligt eftirlit og støðumeting av vitum
  • At gera útboðstilfar
  • At umboða Sjóvinnustýrið í IALA og NFO

Útbúgvingarkrav

  • Útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi hægri útbúgving,
  • Maskinmeistaraútbúgving, el-verkfrøðing, maskinverkfrøðingur ella samsvarandi
  • Góð evni at leiða og at standa fyri verkætlanum

Ynskiligt er, at umsøkjari hevur royndir frá líknandi verkligum starvi, og at viðkomandi hevur førleika innan almenna umsiting.

Harumframt er ynskiligt, at umsøkjarar hava útbúgving ella royndir við telesamskiftisútgerð og radionavigatiónsútgerð, umframt holla tekniska vitan og innlit í navigatión.

Førleikakrøv

  • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
  • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð evni at leiða og at standa fyri verkætlanum
  • Gott tekniskt innlit í bæði el og elektronikk
  • Trygdarskeið

Setanartreytir

Starvið er tænastumannalíknandi og verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið í flokki 35-1. Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið í Vágum.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 2. desember 2026, kl. 12.00.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Hans Johannesi á Brúgv tlf. 355600.

Søk starvið her

Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá. Sjóvinnustýrið hevur harafturat ábyrgd og rakstur av Vitaverki og sjóuppmerking. Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.

Øll størv