Fróðskaparsetur Føroya

Samskipari til Vitlíkisskúlan á Fróðskaparsetrinum

Suðurstreymoy · Suðurstreymoy

Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært

2026-12-10

Hevur tú áhuga fyri vitlíki, førleikamenning og nýskapan? Dugir tú at umseta ætlanir til ítøkilig tiltøk, skapa netverk og samskipa virksemi? So er starvið sum samskipari á Vitlíkisskúlanum á Fróðskaparsetrinum kanska nakað fyri teg. Starvsbyrjan er 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Vitlíkisskúlin skal skipa fyri førleikamenning, menna netverk og fremja vitanardeiling um vitlíki millum yrkisfólk, leiðarar og tey, sum taka avgerðir í almenna geiranum, vinnuni og útbúgvingarumhvørvinum. Yvirskipaða endamálið er, at fólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum kunnu nýta vitlíki á ein tryggan, kritiskan og virðisskapandi hátt.

Vitlíkisskúlin er partur av tilboðnum hjá Fróðskaparsetrinum um lívlanga læring og vendir sær fyrst og fremst til vaksin, sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum.

Vitlíkisskúlin er skipaður sum ein tíðaravmarkað verkætlan á Fróðskaparsetrinum og er eitt av átøkunum í heildarætlanini fyri vitlíki. Vitlíkisskúlin virkar í tøttum samstarvi við Ráðið fyri Vitlíki Føroya, Vitlíkiseindina og hini átøkini í heildarætlanini.

Samskiparin fær ein týðandi leiklut í at byggja upp og menna Vitlíkisskúlan og hevur ábyrgd av dagliga virkseminum innan fyri teir karmar, sum rektarin hevur ásett, herundir góðkendu virkisætlanini og fíggjarætlanini.

Sí lýsing her

Øll størv