Norðoya Bú- og Heimatænasta

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna

Norðoyggjar · Norðoyggjar

Partíðarstarv, Fast starv, Faklært

2026-12-07

Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv frá 1. januar 2027 á setanarbroti 0,75. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.

Heimasjúkrarøkt umfatar sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri. Tænastan verður í størsta mun veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Sí lýsing her

Øll størv